Aruba er einniðurlendsk oyggj beint úti fyri strondina íVenesuela. Aruba er ein avABC-oyggjunum, ið eru íKaribiska havinum. Oyggin er 179 km2 til støddar og liggur bara 27 km frásuðuramerikanska meginlandinum í Venesuela. Høvuðsstaðurin eitur Oranjestad. Í januar 2000 var fólkatalið í Aruba 90,506; í januar 2013 var tað vaksið til 109,153[1]. Mesta fólkið er afrikanarar, men eisini er ein hvítur minniluti. Almennu málini í Aruba eru tvey, niðurlendskt og papiamento[2]. Upprunafólkið í Aruba eru indiánar.Tann rómversk-katólska kirkjan er størsti trúarbólkur í Aruba; umleið 81 % av fólkinum eru rómverskir katolikkar í 2013[3].
Ferðavinnan hevur havt ein vaksandi týdning fyri Aruba; ferðavinnan hevur stóran týdning í Aruba í 2013. Tølini hjá CIA World Factbook vísa, at ferðavinnan stendur fyri umleið 1/3 av samlaðaBTÚ í 2013[4]. Hóast landið er lítið dregur tað nógv ferðandi á hvørjum ári. Hetta kemst helst av, at veðurlagið í Aruba er serstakliga lokkandi, har eru strendur so langt eygað røkkur. Størsta menningin og mesta virksemið er eisini fram við strendurnar. Hóast strandarlinjan er fruktagóð, er miðjan á oynni at rokna sum oyðimarkarlendi. Flestu ferðafólkini eru úrUSA.
Oyggin er millum annað nevnd í sanginum Cocomo hjáBeach Boys. Eisini verður hon viðhvørt umtalað sum frítíðarstað í amerikanskum spælifilmum.
Oyggin Aruba er 179 km² til støddar, t.e. nakað størri enn Vágar, sum er 177 km².