Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Aramæiskt mál

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Aramæiskt
ܐܪܡܝܐ, ארמית
Arāmît
Tosað í:Sum (ný-aramæiskt)móðurmál hjákristnum minnilutum í
Irak,Iran,Sýria,Turkalandi og íassýrisku útlegdini
(Átrúnaðarligt mál hjákristnum maronittum íLibanon).
Tosandi íalt:uml. 550.000 í1994
Málætt:Afro-Asiatiskt

  semitiskt
    miðsemitiskt
     útnyrðingssemitiskt
      kánanskt
       aramæiskt.

Málkotur
ISO 639-1:none
ISO 639-2:
ISO 639-3:arc

.

Ishu'a ella Eeshu'a, sýriskt-aramæiska navnið áJesusi
Trýmælt skelti viðEradina íIrak við teksti á aramæiskum (ovast),kurdiskum ogabiskum (tvey tey síðstu við arabiskari skrift).

Aramæiskt (fornsýrisktܐܪܡܝܐAramaya) er eitt nú svinnandisemitiskt mál, sum hevur eina minst 3000 ára gamla søgu. Aramæiskt er nær skilt viðfønikiskt oghebraiskt, og fjarari (longri úti), viðarabiskt. Gamla aramæiska skriftmálið legði lunnar undir øðrum nýggjari skriftmálum, t.d. hebraiskum og arabiskum. Aramæiskt var gerandismál íJuda í seinna tempultíðarskeiðnum (539 f.Kr.-70 e.Kr.), og fleirijødiskir tekstir, m.a. partar avbíbliuni (gamla testamenti), vórðu skrivaðir á aramæiskum. Málið verður hildið at vera móðurmálið hjáJesusi og teimum hann prædikaði fyri í síni samtíð. Aramæiskt var gerandismálið í meginpartinum avMiðeystri fram til7. øld, táislam og harviðarabiska málið tók yvir. Nútíðar aramæisk málføri (dialektir) nevnd "nýaramæiskt" (Neo-Aramaic) verða enn tosað av uml. 4-500.000 kristnum upprunafólkum í Miðeystri, har meginparturin av teimum kristnu nú annars tosa arabiskt, og avassýriskum útlegdarfólki, serliga ívesturheiminum.

Í núlivandi málførunum (dialektiunum) eru tveir høvðusbólkar, assýriskt nýaramæsikt (Assyrian Neo-Aramaic) og kaldæiskt nýaramaiskt (Chaldean Neo-Aramaic) ið umfata uml. 90% av øllum teim aramæisktmæltu. Hesi búgva í útnyrðingsIran, landsynningsTurkalandi og NorðurIrak. Nýaramæiskt varð tosað av kristnumaronittunum íLibanon fram til17 øld tá tað var endaliga avloyst av arabiskum. Síðan hevur tað bara verið brúkt sum gudstænastumál av maronittunum.

Endurkveikjan

[rætta |rætta wikitekst]

Seinastu árini eru maronittar íísraelsku bygdiniJish, har málið annars er arabiskt, við stuðli frá ísraelska undirvísingarmálaráðnum, farnir undir at endurkveikja nýaramæiskt sum gerandismál í bygdini, har málið hevur fingið almennan status og er vorðið lærugrein í barnaskúlanum. Í2014 avgjørdi Ísrael at viðurkenna aramæiska samfelagið sum ein serstakan (kristnan) minniluta í landinum, so kristin nú kunnu skráseta seg sum verandi "aramæar" heldur enn "arabar". Flestu ið velja hendan møguleikan eru maronittar, hvørs forfedrar vóru aramæiskt mæltir kristnir libanesar.

Mállæra

[rætta |rætta wikitekst]

Aramæiskt hevur tvey kyn, kvennkyn og kallkyn, eins oglatínsku málini. Lýsingarorð bendast eftir kyni, tali og falli, og navnorð hava trý føll. Aramæiskt verður skrivað við aramæiskum bókstavum.

Aramæiska stavraðið

[rætta |rætta wikitekst]
BókstavsnavnAramæisk skriftSýrisk skriftBókstavurTilsvarandi bókstavur áIPA
HebraiskumArabiskumBrahmiskumNabatæiskumKharosthiskum
Ālap𐡀אا/ʔ/;/aː/,/eː/
Bēth𐡁בب/b/,/v/
Gāmal𐡂גج/ɡ/,/ɣ/
Dālath𐡃דد,ذ/ð/,/d/
𐡄הه??/h/
Waw𐡅וو/w/;/oː/,/uː/
Zain𐡆זز??/z/
Ḥēth𐡇חح،خ??/ħ/ /χ~x/
Ṭēth𐡈טط،ظemphatic/tˤ/
Yodh𐡉יي/j/;/iː/,/eː/
Kāp𐡊כ ךك/k/,/x/
Lāmadh𐡋לل/l/
Mem𐡌מ םم/m/
Nun𐡍נ ןن/n/
Semkath𐡎סN.A./s/
ʿĒ𐡏עع، غ??/ʕ/
𐡐פ ףف/p/,/f/
Ṣādhē,𐡑צ ץص، ضemphatic/sˤ/
Qop𐡒קق/q/
Rēsh𐡓רر/r/
Shin𐡔שس، ش/ʃ/
Taw𐡕תت، ث/t/,/θ/
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Aramæiskt_mál&oldid=385018"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2026 Movatter.jp