Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Antiokia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Antakya
Antiokia
Kirkja og moska í nútíðar Antakya
Land:Turkaland
Landspartur:Hatay
Vídd:858.08 km²
Fólkatal:216.960(2012)


Staðsetingin av Antiokia í modernaða Turkalandi í dag.
Kirkjuhelli Sankta Pæturs,aramæisktKnisset Mar Semaan Kefa, eitt helli sum er høgt 13 m inn í Stariusfjallið nærindis Antiokia, er ein av heimsins elstu kirkjum.

Antiokia ella í dagAntakya (griksktἈντιόχεια,arabisktانطاكية,Anṭākyä frá sýriskum máli: ܐܢܛܝܘܟܝܐ,) er ein býur í Turkalandi og er høvuðssæti í Hatay landslutinum í suður-Turkalandi, nærindis markið tilSýria. Borgarstjóri er Lütfü Savaş.

Antiokia var eisini ein fornur býur sum lá norðaliga íSýria við ánnaOrontes uml. 30 km fráMiðjarðarhavinum. Býurin varð grunnlagdur ár301 f.Kr. avSelevkos I Nikator, ein av heryvirmonnunum hjáAleksandur Mikla, í einum vøkrum og fruktargóðum øki, umgyrt norðanvert av høgum fjøllum og sunnanvert av einum slætta. Býurin var høvuðstaður íSelevkidríkinum, og fyri ikki at skilja hann frá øðrum býum av sama navni, varð hann rópturAntiokia Epidaphnes ellaAntiokia við Orontes. Nú hevur býðurin mist sín fyrrverandi týdning og eiturAntakya, og liggur íturkiska landslutinumHatay.

Søga

[rætta |rætta wikitekst]

Antiokia var tann vakrastiasiatiski handilsbýðurin við Miðjararhavið og varð prýddur av keisarunum við marglætis bygningsverkum. Men áhaldandi jarðskjálvtar og kríggj førdu við sær, at býurin fell í órøkt.persiski kongurinKhosrau I tók býin og legði hann í oyði í538. Býurin varð tikin av kaliffiUmar ibn al-Khattab í637, fríðaður avbysantinarunum í969 og kom seinni undirseljukkarnar í 1084 og undirkrossfararnar í1098. Býurin gjørdist høvuðstaður hjánormanniska fúrstanumBohemond I sum grunnlegðifúrstadømið Antiokia, men býurin varð hertikin og lagdur í oyði avmuslimunum í1268. Til endans kom Antiokia undirturkiskt vald í1516 og hoyrdi íosmanska tíðarskeiðnum til turkiskavilajettið (umsitingarøkið)Aleppo.

Osmanska ríkið fall eftirfyrra veraldarbardaga kom býurin, saman viðSýria, undirfranskt løgdømi (jurisdiksjón) frá1919 og fram til1938, táStáturin Hatay varð stovnaður. Men hesin státur vardi bert frá7. september1938 til29. juni1939, tá ein umstrídd fólkaatkvøða varð hildin um samanlegging viðTurkalandi, og síðan varð økið innlimað í Turkaland. Sýria metir tó Hatay at vera sýriskan landslut, og hevur ongantíð góðtikið turkisku yvirtøkuna.

Fyrsti Kristindómurin

[rætta |rætta wikitekst]

Antiokia var ein høvuðsdepil hjá teim fyrstukristnu, og býurin er nevndur í fleiri versum íÁpostlasøguni,Galatabrævinum 2,11 og2 Timoteusbrævi 3,11. Í býnum búðu nógvirjødar og hagar fórPætur apostul at boða jødunum evangeliið, og hann er eisini sagdur at hava sett á stovnPatriarkatið í Antiokia. Seinni komu eisiniBarnabas ogPaulus hagar at prædika. Tey umvendu í Antiokia vórðu tey fyrstu í heiminum ið fingu heiti 'kristin', Áps. 11,26:"Tað var í Antiokia, lærisveinarnir fyrst vórðu kallaðir kristnir".

Nógvar kristnar kirkjur og kleystur vórðu gjøgnum tíðirnar bygd í og kring Antiokia, men tá turkiski herurin tók yvir í 1939 flýddu nærum øll tey kristnu úr býnum, flestu teirra fóru til Sýria.OrtodoksaPatriarkatið í Antiokia hevur nú sæti íDamaskus í Sýria.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Antiokia&oldid=319207"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp