Ankara erhøvuðsstaðurTurkalands og næststørsti býur, størsti býurin í Turkalandi erIstanbul. Ankara varð fyrr kendur sumAngora. Í 2013 búðu 5.045.083 fólk í Ankara. Býurin liggur umleið 900-1.050 metrar yvir havið, hann liggur mitt íAnatolia. Turkiska stjórnin hevur sæti í býnum. Býurin er ein týdningarmikil handils og ídnaðarbýur og fleiri jarnbreytir og høvuðsvegir møtast har. Fleiri djórasløg eita eftir býnum, eitt nú Angora-geitin, Angora-kettan og Angora-kaninin.
Ankara er ein sera gamal býur við fornminnum fráHittittunum,Frygia, Hellenistisku tíðini,Rómverjaríkinum,Bysantinska Ríkinum, og fráOsmaniska Ríkinum. Heyggurin ið er í býnum, er krýndur við leivdum av einari gamlari borg, men bert fáir søguligir bygningar frá tí gamla býarpartinum hava yvirlivað til dagin í dag. Men tað eru tó fleiri væl varðveittir bygningar av Hellenistiskum,rómverskum og bysantinskum arkitektururi, har tað týdningarmesta er Augustus og Róm templið (20 á.Kr.) sum eisini er verður nevntMonumentum Ancyranum.[1]
Í 1923 avloysti Ankara søguliga býinKonstantinopel sum høvuðsstaður landsins.[2]Nøkur ár seinni varð Konstantinopel nýnevndur og síðan eitur hannIstanbul.