Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Amerikanska Borgarakríggið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Amerikanska Borgarakríggið (18611865) brast av álvara á tann12. apríl í1861. Kríggið herjaði um stóran part avUSA. Tríggjar milliónir amerikanarar kríggjaðust og 600 000, tað vil siga tvey prosent av fólkinum í landinum, læt lív. Heimini vórðu hermannabúðir ogkirkjur og skúlar vórðu sjúkrahús. Frá1861 til1865 bardust amerikanarar sum óðir móti hvørjum øðrum. Orsøkirnar vóru mangar. Men tað, sum byrjaði sum eitt stríð um rættindi í einstøkum statum, endaði sum eitt kríggj um, hvat frælsi íAmerika í grundini hevði at týða.

Herarnir íborgarakrígnum høvðu góðvápn. Øll framleiðsluvinna í Norðurstatunum legði seg eftir at mennavápnaframleiðsluna og bara í1862 fingu tey 240 einkarrættir tilvápn. Fyri fyrstu ferð sóust tokkanónir, landminur, kikarasikti, hernaðartelegrafar og byrsur sum skutu nógv skot og skjótt.

Í1862 vistiLincoln, at tað ikki var gjørligt at endurreisa gamla samveldið. Neyðugt var at gera eitt nýtt, ogLincoln metti, at bara avtøkan av trældóminum kundi styrkja hugskotið um eitt nýtt samveldi. Hann bíðaði eftir einum sigri, so hann kundi senda út boðini um avtøkuna avtrældóminum. Men hann noyddist at bíða leingi.

Les meira áUSA.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Amerikanska_Borgarakríggið&oldid=334595"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2026 Movatter.jp