Politiska støðan hevur verið turbolent. Tá ið seinni heimsbardagi endaði í 1945, vóru bara trý sjálvstøðug ríki í øllum Afrika:Liberia,Suðurafrika ogEtiopia. Alt Afrika annars var í høvuðsheitum býtt millum Bretland, Frakland, Belgia og Portugal. Tá ið afrikonsku londini tóku loysing, vórðu tey vanrøkt og eftirlond á mest sum øllum økjum. Flestu londini vórðu syndrað, tíhjálandastýrini høvdu sett landamørkini, sum teimum hóvaði best, og mong fólk kendu seg vitiliga skild frá sínum fólki og heimleys í nýggja landinum. Hóast einstakir menn og stovnar hava gjørt vala arbeiði fyri fólkið í Afrika, so hava tey gomlu harraveldini íEvropa lítið og einki gjørt at búgva út londini í Afrika til sjálvstýri. Komu ríki londini uppí var tað ofta til størri ógagns enn til gagns.
Tað skal tí útinnast valaverk, áðrenn livikorini í Afrika eru á hædd við livikorini íEvropa ogUSA. Londunum tørvar vællærdar embætismenn, teimum trýtur góðar skúlar og góð sjúkrahús, yrkislærdar arbeiðsmenn og virkisleiðarar, ídnaðarvirki tróta og meira fjølbroyttur vinnuvegur og fjølbroyttur matur. Í 1945 stovnaðu flestu ríki í heiminum felagsskapinSameindu Tjóðir. Hesin felagsskapur hevur til endamáls at fáa frið í heiminum. Hann virkar eisini fyri at fáa burtur atvoldirnar til bardaga og ófrið. Vánalig livikor, fákunna, fátækt, o.s.fr., sum valda í stórum parti av Afrika, eru orsøk til misnøgd og støðugan ófrið. Heimsparturin Afrika eigur nógv ráevni í jørðini, sum t.d. kopar, salt, gull, diamantar, og gimsteinar.
Í Afrika búgva stívliga 800 milliónir fólk - áttandaparturin av fólkinum í heiminum. Fjølbygdast er við norður- og vesturstrondina, helst í fruktgóðu áardølunum viðNilá,Nigerá,Kongoá ogSenegalá. Fólkið fjølgast skjótt í Afrika, tí at mong børn verða fødd í flestum londum. Húskini eru stór, og helvtin av fólkinum er yngri enn 15 ár. Flestir afrikanarar búgva á bygd, men her, sum aðrastaðni í heiminum, leitar nógv fólk sær til býirnar. Mong flyta av bygd undan fátækradømi og vinnuloysi, onnur rýma undanborgarakríggi, turki og hungursneyð.
Afrika er heldur minni ennÁsia, men tríggjar ferðir so stór sumEvropa, tó er íbúgvatalið í Afrika ikki meir enn helmingur av tí, sum er í Evropa. Næststørsti heimspartur, Afrika, er ógvuliga fjølbroyttur. Norðantil erSahara, størstaoyðimørk í heiminum. Mitt í Afrika, báðumegin Miðkring, ertropiskur regnskógur, og sunnantil eru víðir grasgrónir háslættar, ið so líðandi lækka út ímóti strondini. Stórar fjallarøðir eru eisini, til dømisAtlasfjøll fyri norðan ogRuwenzorifjøll á markinum ímillumUganda ogFólkaræðiliga Lýðveldið Kongo.
Niðan frá næstan allari strondini í Afrika er nakað av láglendi, annars er landið alt mest bara háslættar við djúpum og nógvum dølum og einstøkum høgum fjallaryggjum. Mætastu fjallaryggirnir eruAtlasfjøllini fyri norðan, fjøllini íEtiopia og fjøllini í Syðra-Afrika. Hægsta fjall í Afrika erKilimanjarofjall, eitt sloknað gosfjall íTansania. Fyri eystan erStóri Rivudalur: Har eru mong vøtn. Nakrar av longstu áum í heiminum eru eisini í Afrika, ímillum teirra eruNilá,Nigerá,Kongoá ogZambeziá.