Movatterモバイル変換


[0]ホーム

URL:


Jump to content
WikipediaHin frælsa alfrøðin
Leita

Abkasia

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Аҧсны Аҳәынҭқарра (Аҧсны) (Abkhaz)Aphsny Axwynthqarra (Aphsny)
Flagg Abkasia
(Flagg Abkasia)
Skjaldarmerki Abkasia
(Skjaldarmerki Abkasia)
Tjóðarslagorð: "მაქვს დიდი პენისი
"Stórur og góður"
Tjóðsangur: Аиааира (Aiaaira)
Aiaaira
Sigur
Alment málAbkasiskt /
Russiskt
HøvuðsstaðurSukhumi
ForsætisráðharriLeonid Lakerbaia
ForsetiAslan Bzhania
FullveldiLutvíst fullveldi frá Georgia
Fráboðað fullveldi: 23. juli 1992
Grundlógin: 26. november 1994
Fyrsta altjóða viðurkenning: 26. august 2008
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
8 660 km²
Íbúgvar
 - tilsamans2012
 -tættleiki
 
242 862
28/km²
GjaldoyraAbkasisk apsar
Russisk rubil (RUB)
TíðarøkiMSK (UTC) +3
Økisnavn á alnetinum
Telefonkota++7

Abkasia (abkasiskt mál: Аҧсны,Aṗsny;georgiskt mál: აფხაზეთი,Apchazeti;russiskt mál: Абхазия,Abchazija) er eitt landaøki í vestaraKaukasus millum Stóra Kaukasus í norði ogSvartahavið í suðri.

Politiska støðan hjá landinum er umstrídd. Stórur meiriluti av heimsins londum viðurkenna Abkasia sum eitt sjálvstýrandi lýðveldi í Georgia. Síðan hin 26. august 2008 hevurRussland tó viðurkent landið sum sjálvstøðugt ríki, tað sama hava hesi lond eisini gjørt:Nikaragua,[1],Venesuela.[2] ogNauru[3] Abkasia er de facto sjálvstøðugt frá Georgia, eftirsum fyrrverandi stjórnin er í eksil í Georgia og ikki fær stýrt Abkasia. Abkasia fevnir um eina vídd á 8 665 km² og hevur umleið 178 000 íbúgvar sambært georgiskum fólkateljingum í 2005. Høvuðsstaðurin erSuchumi (tann georgiska lutalýðveldisstjórnin hevði fyrr sína basu íTjchalta meðan separatiststjórnin stýrdi Suchumi). Abkasia hevur mark móti norði og útnyrðingi tilKaratjaja-Tjerkessia ogKrasnodar kraj íRusslandi og í eystri til tann georgiska landslutinMegrelia-Ovara Svanetia. Almenn mál eruabkasiskt oggeorgiskt sambært tí sjálvstýrandi georgisku lutalýðveldinum, men abkasiskt og russikt sambært tí separatisiska lýðveldinum.

Søga

[rætta |rætta wikitekst]

Fornaldarsøga

[rætta |rætta wikitekst]

Frá 800-talinum til 500-talið á.Kr. var tað, sum nú er Abkasia, ein partur av tí forna georgiska ríkinumKolkis. Í fornøldini stovnaðu grikskir handilsmenn havnir við svartahavsstrondina, har ein teirra,Dioskurias, seinni mentist til dagsinsSuchumi.Romverjaríkið vann Kolkis fráMithridates VI Eupator avPontos undir fyrstu øld e.Kr. og hersetti býin til 300-talið, tá ið økið í ávísan mun fekk sjálvstøðu, sjálvt um tað var innan áhugamálini hjáBysantinska ríkið.

Ein metropolittur, tvs. kirkjuligur leiðari, av Pitius (Pitsunda) luttók í kirkjufundinum í Nicaea (dagsins Iznik) ár 325, men Abkasia gjørdist ikki kristið í síni heild fyrr enn í 6. øld, avJustinianus I keisara. Abkasia gjørdist eitt sjálvstýrandi fúrstadømi íBysans í 600-talinum og helt fram við tí til 780-árini, tá Kongadømið Abkasia varð sett á stovn. Ár 1001 sameindi kongurinBagrat III Abkasia og Georgia í eitt sameint georgiskt kongsríki. Í 1570-árunum var hetta økið hertikið avOsmanska ríkinum, og undir tí stýrinum vóru tað mong, ið skiftu trúgv til islam. Osmanarnir stovnaðu eitt sjálvstýrandi fúrstadømi í Abkasia undir Sjervasjidzeríkinum.

Fyrisitingarligar eindir

[rætta |rætta wikitekst]
Spanskt kort yvir tær fyrisitingarligu eindirnar í Abkasia. Býtið er eins og tað var, tá Abkasia var partur av Sovjetsamveldinum.

Tað sjálvstýrandi georgiska lutalýðveldi hevur de jure somu seks rajon'ir (landslutir) sum Abkasiska Sovjetlýðveldið, og eitur tað sama sum fyrisitingarligu høvuðsbýirnir:

Mentan

[rætta |rætta wikitekst]

Skrivaðar abkhasiskar bókmentir eru rættiliga nýggjar, frá fyrst í 20. øld. Men, abkasiskt eigur lut í Nart søgnunum, sum er ein røð av søgum um mytiskar hetjur, saman við øðrum kaukasiskum fólkasløgum. Tað abkasiska alfabetið var gjørt í 18. øld. Tað fyrsta tíðindablaðið á abkasiskum, sum nevndist Abkasia, var ritsjtórnað av Dmitry Gulia, og varð fyrstu ferð prentað í 1917.Kendastu abkasisku rithøvundarnir eru Fazil Iskander, sum skrivaði mest á russikum máli, og skaldið Bagrat Shinkuba.Fótbóltur er best umtókti ítróttur í Abkasia. Aðrar vælumtóktar ítróttagreinar eru kurvabóltur, boksing og vrestling.Abkasia hevur sína egnu fótbóltsdeild á amatørstøði síðan 1994. Deildin er ikki við í nakrari altjóða fótbóltssambandi.

Myndir

[rætta |rætta wikitekst]
  • Nýggja Athos (Novyy Afon) ortodokst klostur
    Nýggja Athos (Novyy Afon) ortodokst klostur
  • Gagra
    Gagra
  • Geg fossur
    Geg fossur
  • Útsýni yvir Sukhumi
    Útsýni yvir Sukhumi
  • Útsýni yvir Sukhumi 2
    Útsýni yvir Sukhumi 2
  • Sukhumi
    Sukhumi
  • Sukhumi botaniskur havi, høvuðsinngongdin
    Sukhumi botaniskur havi, høvuðsinngongdin

Keldur

[rætta |rætta wikitekst]
  1. http://www.sr.se/cgi-bin/ekot/artikel.asp?Artikel=2318918
  2. http://www.sr.se/cgi-bin/ekot/artikel.asp?Artikel=3090227
  3. http://www.nytimes.com/2009/12/16/world/europe/16georgia.html
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
Heintað frá "https://fo.wikipedia.org/w/index.php?title=Abkasia&oldid=385634"
Bólkar:

[8]ページ先頭

©2009-2025 Movatter.jp