Łukasz Cieślewicz viðB36 í 2012. | |||
| Persónlig kunning | |||
|---|---|---|---|
| Føðingardagur | (1987-11-15)15. november 1987 (aldur 38) | ||
| Føðistaður | Gniezno,Pólland | ||
| Hædd | 1.82 | ||
| Pláss | Álopsleikari | ||
| Kunning um feløg | |||
Núverandi felag | B36 | ||
| Nummar | 11 | ||
| Ungdómsyrkisleið | |||
| –1999 | Mieszko Gniezno | ||
| 1999–2003 | VB | ||
| 2004–2006 | Brøndby | ||
| Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur* | |||
| Ár | Felag | Dystir† | (Mál)† |
| 2006–2008 | Brøndby | 0 | (0) |
| 2008 | →Hvidovre (lán) | 15 | (2) |
| 2008–2010 | Hvidovre | 70 | (10) |
| 2011– | B36 | 180 | (69) |
| * Senior club appearances and goals counted for the domestic league onlyand correct as of 27. november 2018. † Dystir (Mál). | |||
Łukasz Cieślewicz (føddur15. november1987 íGniezno íPóllandi) er ein fótbóltsleikari, áleypsleikari, sum síðan 2011 hevur spælt viðB36 í Effodeildini.[1] Hann hevur áður spælt við donsku fótbóltsfeløgunum Hvidovre (1. deild) og Brøndby, hann fekk tó ikki møguleikan at spæla við bestu donsku deildini, Superligaini. Sum barn búði Łukasz íFøroyum, íVági, tí pápi hansara Robert Cieślewicz spældi viðVB, pápin spældi eisini við VB, tá felagið vann sítt fyrsta og einasta føroyameistaraheiti í 2000. Łukasz spældi tey árini fótbólt við VB, og í 2002 vann hann meistaraheitið við dreingjaliðnum hjá VB.[2]
Łukasz varð valdur til ársins fótbóltspælara í bestu føroysku fótbóltsdeildini íFøroyum í 2011 (Vodafonedeildini) og 2015 (Effodeildini).[3] Í 2011 var fyrsta árið, at hann spældi vaksnamannafótbólt í Føroyum. Hann spældi viðB36, og teir vunnu føroyameistaraheitið (FM). Łukasz skoraði 17 mál fyri B36 í FM kappingini og gjørdist nummar trý á toppskoraralistanum.Finnur Justinussen úrVíkingi vann gylta skógvin við 21 málum ogKlæmint Olsen var nummar tvey við 18 málum.[4]